Alex skarar framúr í trap í summar

Alex skarar framúr í trap í summar
Alex Johannesen úr Eysturskoti vann kappingina í OL-trap í Sandvíkum um vikuskiftið. Fyri viku síðan vann hann eisini kappingina í American Trap í Leirvík
23.08.2022 - 10:18

Alex Johannesen úr Eysturskoti hevur skotið best í trap í summar.

Fyri viku síðan vann hann kappingina í American trap í Leirvík, og sunnudagin var hann aftur bestur, tá kapping í OL-trap var á skránni í Sandvíkum í Havn.

 - Hetta er ein øgiliga góð kensla, sigur hann.

 - Tað stendur øgiliga nógv á, serliga í finalum.

Alex Johannesen skeyt ímóti Finn Ludvig í finaluni, og endaði við at vinna 22-20 á roynda skjúttanum úr Byrsumúla.

Per S. Hansen úr Eysturskoti fekk triðja plássið.

Bartal Klettheyggj, sum eisini stóð seg væl í FM-kappingini, vann kappingina hjá unglingunum.


Finn Ludvig endaði á øðrum plássi í kappingini um OL-trap
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944