Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltslandsliðið við kvinnum: skulu arbeiða við álopsspælinum
Fótbóltslandsliðið við kvinnum: skulu arbeiða við álopsspælinum
Landsliðsvenjarin, Lene Terp, er væl nøgd við sigurin á Andorra leygardagin og sigur, at liðið skal halda fram við at arbeiða við álopsspælinum á Tórsvølli í morgin.
27.06.2022 - 15:40
Leygardagin vann føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum sannførandi 3-1 sigur á Andorra.
Hetta var fyrri venjingardysturin ímillum londini bæði, og landsliðsvenjarin, Lene Terp, var væl nøgd við tað, hon sá við Djúpumýrar.
- Tað er altíð gott at vinna, staðfestir hon.
- Vit arbeiða við okkara uppspæli, og við venjingardystinum ímóti Gibraltar í huga, vildu vit fegnar arbeiða við okkara álopsspæli, greiðir venjarin frá.
Tað snýr seg um rennningar, kombinationsspæl og bóltar afturum mótstøðuverjuna.
- Hetta eydnaðist okkum, og vit spældu okkum til nógvar málmøguleikar, sigur Lene Terp.
Týskvøldið spæla liðini aftur ímóti hvørjum øðrum, og har skal arbeiðið halda fram.
Landsliðsvenjarin er væl nøgd við at fáa tveir venjingardystir ímóti Andorra, tí føroyska landsliðið hevur spælt nógvar torførar dystir í HM-undankappingini farnu árini.
- Vit hava ikki havt bóltin, staðfestir hon.
- Fótbóltur snýr seg eisini um at hava bóltin og duga at hava bóltin, og einasti mátin at læra tað upp á er við at hava bóltin. Tí haldi eg, at hesir dystirnir koma væl við.
Lene Terp stjórnar venjing hjá landsliðnum við kvinnum við Djúpumýru mánamorgunin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV