- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðast fyri hjálp til Marius
Stríðast fyri hjálp til Marius
-Vit kenna okkum bæði kroyst og strongd av støðuni, sigur Durita Kastalag, mamma 13 ára gamla Marius, sum bæði hevur autismu og menningartarn.
16.06.2022 - 17:31
Leygardagin fekk Durita Kastalag boð frá Almannaverkinum um at frítíðartilboðið til 13 ára gamla sonin Marius verður skert næstu vikurnar. Starvsfólk á stovninum eru sjúkraskrivað, og eingin er at seta í teirra stað.
Marius hevur bæði autismu og menningartarn, og sambært mammu hansara hevur hann tørv á strukturi og tryggum kørmum. Frítíðarskúlin hjá Mariusi er í einum stovni hjá Almannaverkinum, sum heldur til í einum sethúsum í Ovarugøtu 46 í Hoyvik
Durita Kastalag eftirlýsir eitt heildartilboð, sum knýtir skúla og frítíðartilboð saman og tryggjar Mariusi tryggleika í gerandisdegnum.
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, vitjaði í sjónvarpsstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV