- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Sigurin á Luksemburg í áarføri
VIDEO: Sigurin á Luksemburg í áarføri
Í september 2001 vunnu Føroyar 1-0 á Luksemburg á Svangaskarði. Serliga minniligur er sigurin, tí veðrið hendan dagin á Svangaskarði var út av lagi vánaligt
07.06.2022 - 12:58
Í 2001 vunnu Føroyar við einum máli á Luksemburg á Svangaskarði.
Jens Kristian Hansen skeyt málið við brotssparki, tá 84 minuttir vóru spældir.
Tey flestu minnast kortini ikki dystin fyri úrslitið ella fótbóltsspælið, men fyri veðrið, sum var út av lagi vánaligt.
- Hetta er kick and rush, segði Jens Kristian Hansen, tá Øssur Winthereig spurdi hann, um tað yvirhøvur bar til at spæla fótbólt.
- Fram við bóltinum og so bara kempa um hann, tað var einki annað at gera, segði føroyski málskjúttin.
Í roynd og veru ótrúligt, at dysturin varð spældur.
Sí samandrátt frá dystinum í innslagnum omanfyri
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV