- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gunnar klárur at halda turkum úti
Gunnar Nielsen væntar eina trupla uppgávu ímóti Turkum á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul í kvøld.
- Hetta verður ein av teimum dystunum, har vit koma at standa nokkso nógv í verjustøðu. Vit skulu standa væl, arbeiða øgiliga hart og kanska hava eydnuna við okkum eisini, sigur royndi málverjin.
Nógv bendir á, at Gunnar Nielsen, sum annars hevur verið í harðari kapping við Teit Gestsson síðstu árini, byrjar í føroyska málinum, tí HB-málverjin gav avboð hesaferð.
- Nú hava vit Mattias (Lamhauge, red.) og Kristian (Joensen, red.) við, sum eru tveir øgiliga góðir málverjar, og eg føli altíð, at tað er kapping.
- Vit hava ikki fingið liðið enn, men um eg spæli, so gleði eg meg til tað. Eg havi altíð sagt, at tað størsta er at spæla fyri Føroyar, sigur Gunnar Nielsen.