- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir mánaðir við kríggi
Í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv minnast fólk ídag tey mongu, sum hava latið lív, síðani Russland leyp á landið fyri júst trimum mánaðum síðani.
Heini í Skorini, Ph.D. í altjóða politikki, og Rógvi Nybo, samfelagsfrøðingur, greina støðuna ídag.
Vit spyrja millum annað, hvussu kríggið er broytt hesar tríggjar mánaðirnar og hvussu heimurin er broyttur.
Eisini viðgera vit føroyska uttanríkispolitikkin, har Føroyar valdu at standa saman við Vesturheiminum og løgtingið gav landsstýrinum avmarkaða heimild at seta í verk sanktiónir móti Russlandi.
Síðstu tríggjar mánaðirnar eru Føroyar eisini broyttar til at vera eitt land, sum tekur í móti flóttafólki. Men hóast lógin leggur upp til at loyva 200 ukrainskum flóttafólkum til Føroya, so eru í dag 47 ukrainar í Føroyum.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, heldur at landsstýrið hevur verið ov hálvhjartað í hesi fyrstu royndini at taka ímóti flóttafólki.