Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familjan dró málskjútta til Føroyar
Familjan dró málskjútta til Føroyar
Sebastian Lau Nielsen hevur gjørt vart við seg við fimm málum í Betri-deildini. Tað var tó hvørki málskjóting ella fótbóltur yvirhøvur, sum dró danan til Føroyar
11.04.2022 - 18:20
Hann hevur tikið bæði B68-viðhaldsfólkini og mótstøðuverjurnar á bóli í ár.
Danski framherjin, Sebastian Lau Nielsen, sum kom til Toftir í vetur, hevur veruliga gjørt vart við seg fyrstu umførini.
Higartil hevur hann skotið fimm mál í Betri-deildini fyri toftamenn.
- Eg vildi fegin royna meg í aðrari kapping enn tí donsku, sigur Sebastian Lau Nielsen.
26 ára gamli danin, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Lyngby, er útbúgvin pedagogur og arbeiðir í frítíðarskúla.
Tað vóru ikki dreymar um nógv mál fyri B68, sum lokkaðu Sebastian til Føroyar.
- Eg eri júst liðugur við mína pedagogútbúgving, og unnusta mín er úr Saltnesi. Vit hava júst fingið barn, og eftirsum hon er í farloyvi, hugsaðu vit, at tað hevði verið deiligt at sæð meir til familju okkara í Føroyum, greiðir framherjin frá.
- Harafturat fekk eg kjansin at spæla í B68, og honum havi eg tikið av.
Eftir tíðina í Lyngby hevur nýggi yndisleikarin hjá toftafólki spælt í triðbestu donsku deildini, men hann trívist væl í bygdafelagnum á Svangaskarði.
- Tað er hetta, sum skal síggjast á vøllinum. Vit skulu renna tann eina meturin meira, og geva alt tað, vit eiga, fyri hvønn annan, sigur Sebastian Lau Nielsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV