- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sarita Kristina Hansen endurvann HM-heitið í innróðri
Sarita Kristina Hansen endurvann HM-heitið í innróðri
Føroyar vunnu trý gull- og eitt bronsuheiðursmerki, tá róð varð um heimsmeistaraheitini í innróðri um vikuskiftið.
28.02.2022 - 17:58
Føroyar vunnu trý gull- og eitt bronsuheiðursmerki, tá HM í innróðri var um vikuskiftið.
Sarita Kristina Hansen vann gull á bæði 500 og 2000 metra teininum og er nú seksfaldur heimsmeistari. Hon kappaðist í aldursbólkinum 30-38.
Vár Guriardóttir Hansen gjørdist heimsmeistari á 500 metrum, og Mattias Durhuus fekk triðja plássið á 2000 metrum.
Hinir føroysku rógvararnir vóru Bergur Robert Dam Jensen, Zoe Dickson, Mira Winther Klit og Jóna Danielsen.
Heimsmeistarakappingin skuldi av røttum vera í Hamburg, men koronustøðan gjørdi, at kappingin aftur hesa ferð var á netinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV