Gullregn á Frælsinum

Gullregn á Frælsinum
Føroysku rógvararnir stóðu seg væl - sum teir plaga - tá kappast varð um danska meistaraheitið í inniróðri um vikuskiftið
07.02.2022 - 16:42

Gullið regnaði niður á føroysku rógvararnar, sum kappaðust um danmarksmeistaraheitið í inniróðri um vikuskifti.

18 rógvarar vóru við í tilsamans 22 kappingum og vunnu 10 gull-, átta silvur- og fýra bronsuheiðursmerki.

17 ára gamli Mattias Durhuus vísti sínar gávur á rógvimaskinuni, tá hann fór avstað við danska meistaraheitinum á bæði 200 og 2000 metra teinunum.

 - Eg havði ikki væntað hetta á 2000 metrum. Eg vónaði at fáa medalju, men hevði ikki væntað fyrsta plássið. Á 200 metrum satsaði eg bara upp á tað besta, segði ungi rógvarin úr Hósvíkar Róðrarfelag.

Zoe Dickson úr Kollafjarðar Róðrarfelag og Vár Guriardóttir Hansen úr Argja Róðrarfelag høvdu eisini góðar kappingar uppundir HM í inniróðri, sum verður seinni í mánaðinum.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805