- Tíðindi, mentan og ítróttur
Olaf Johannessen er spentastur at vita, hvussu føroyingar taka ímóti Trom
Tá Trom verður leyslatið á Viaplay sunnudagin, fer Olaf Johannessen at sita har heima í stovuni og hyggja afturvið einum glasi av víni.
Hann er serliga spentur at vita, hvussu føroyingar taka ímóti filmsrøðini.
- Føroyar eru fullar av góðum søgum. Hetta er fyrsta stóra professionella framleiðsla av føroyskari søgu, sigur føroyski sjónleikarin, sum hevur búð í Danmark meginpartin av sínum lívi.
Olaf Johannessen hevur leiklutin sum Ragnar í Rong, ið er reiðari og samkomuleiðari í filmsrøðini.
- Hann er eisini eitt menniskja. Og íblásturin er ikki frá einum ávísum føroyingi; men fleiri ávísir føroyingar, sigur Olaf Johannessen.
Stuðlar listaboykottinum
Føroyski sjónleikarin fekk herfyri handað Mentanarvirðisløn Landsins. Hann er eisini partur av listaboykottinum móti Tjóðpalli Føroya.
Tað kann tykjast lætt at boykotta eitt arbeiðspláss í einum landi, har tú ikki sjálvur arbeiðir. Men sjálvur sær Olaf Johannesen sín leiklut í stríðnum sum ein, ið kann stuðla hinum leikarunum í Føroyum.