Færri fátækir føroyingar

Færri fátækir føroyingar
Føroyar er tað norðurlandið, har fægst fólk vóru í fátækraváða í 2019. Tað vísir nýggj uppgerð frá Hagstovuni.
12.11.2021 - 19:33

Talið av fólki í fátækrarváða fall munandi frá 2018 til 2019. 

Í 2018 livdu 9.9 prosent av føroyingum undir fátækramarkinum. Eitt á seinni var hetta talið minkað niður í 7.7 prosent. 

Tað vísir nýggjasta inntøkuuppgerðin hjá Hagstovuni. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, har tøka inntøkan verður sambanborið við samansetingina av húsarhaldinum. 

Hagstovan hevur tøl yvir fátakaváðan frá 2009 og fram til 2019. Og lutfallið av fólki í fátækravága hevur ongantíð verið minni enn tað var í 2019. 

Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av fólkunum í samfelagnum hava javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60 % av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.

Tað eru serliga tey, sum eru 67 og eldri, sum gera, at talið av fólki í fátækraváða er minkað. 

Pensjónistarnir hava øll árini ligið beint undir fátækramarkinum, men í nýggjastu uppgerðini eru 9,4 prosent færri pensjónistar í fátækraváða. Tað eru serliga pensjónistarnir, har tey eru fleiri í húsinum, sum eru farnir uppum fátækramarkið. Men meira enn hevlvtin av teimum, sum eru 67 ár og eldri eru framvegis niðanfyri fátækramarkinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109