- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirgrundin argar
Arbeiðið í Sandoyartunlinum hevur gingið seint seinastu dagarnar, tí borimaskinan rakti eina stóra gjógv, eina sokallaða gong.
- Vit vóru í holt við at spreingja, tá ið vit komu fram á eina gong, sum gekk 45 stig tvørtur um tunnilin, og grótið byrjaði at rapa. Soleiðis greiðir Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, frá.
Tað var 4700 metrar Streymoyarmegin, at boritoymið kom í trupulleikar. Fyri at tetta, vórðu 260 tons av betongi pumpað í gongina.
Arbeiðið at gera Sandoyartunnlin er so mikið væl áleiðis, at íkomna støðan ikki ávirkar tíðarfreistina.
- Spurningurin er bara, um vit náa at bora allan vegin ígjøgnum fyri- ella eftir jól, staðfestir tunnilsstjórin.