- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seytjan smittað fingu skeiv boð
17 fólk hava í dag fingið boð um, at tey ikki høvdu koronu. Men tá fólk vóru farin út í samfelagið aftur, fingu tey boð um, at tey eru smittað.
Av Landssjúkrahúsinum verður sagt, at fólkini hava fingið boð um støðuna.
Kringvarpið hevur verið í sambandi við nøkur av fólkunum, ið hava fingið svar.
Í eina svarinum stendur:
"Tað hava verið trupulleikar við skipanini, sum hevur ført til, at fleiri positiv hava fingið negativt svar. Hetta er sjálvandi harmiligt , og vit vóna, at tað ikki kemur fyri aftur", stendur í svarinum til tað eina fólkið.
Vit hava eisini verið í sambandi við eitt annað fólk, ið sigur, at viðkomandi hevði verið í sambandi við nógv fólk fríggjadagin. Viðkomandi hevði hildið seg fyri seg sjálvan um vikuskiftið og lat seg kanna seinnapartin sunnudagin. Viðkomandi fekk svar tíðliga mánamorgunin og fór útaftur millum fólk. Beint eftir døgurða fekk hetta fólkið so nýggj boð um, at kanningin var positiv kortini.