Korona herjar av álvara í Klaksvík

bannari
Korona herjar av álvara í Klaksvík
Tað merkir av álvara býarmyndina og gerandislívið í Klaksvík, at korona herjar so ógvusliga í løtuni
28.10.2021 - 19:58

Gerandisdagurin í Norðoyggjum er broyttur. At nógv fólk antin eru smittað ella eru í sóttarhaldi av koronu er sjónligt í býarmyndini í Klaksvík, og støðan ávirkar virksemi av øllum slag.

Virkna samkomkvinnan, Steinvør Fonn, er ørg um, at so fá fólk í Norðoyggjum hava latið seg koppseta fyri koronu. Í gjár fór hon á Facebook við einari hvassari áheitan á fólk um at lata seg koppseta. Hon spyr eisini, um fólk halda, at Gud ikki ynskir, at tey taka ímóti koppsetingini.

Landslæknin mælir til, at koronupass og kanningar verða kravdar, um fólk skulu til størri tiltøk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV