- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liðskiparin: teirra mál eru ræðuliga óneyðug
Liðskiparin: teirra mál eru ræðuliga óneyðug
Hallur Hansson var vónbrotin av, at Eysturríki fekk ov bílig á Tórsvølli í kvøld. - Um tú skal upp á næsta stigið, má slíkt lúkast burt, segði føroyski liðskiparin eftir tapið
09.10.2021 - 22:56
Føroyski liðskiparin, Hallur Hansson, var ikki nøgdur við verjuspælið, tá Føroyar taptu 2-0 fyri Eysturríki fyrr í kvøld.
- Tær støðurnar, sum vit koma í, har teir skora og fáa kjansir, eru ræðuliga óneyðugar, segði ein týðiliga vónbrotin Hallur Hansson eftir dystin.
- Um tú skalt upp á næsta stig, mást tú simpelthen fáa hasar støðurnar vekk úr verðini.
Liðskiparin iðraði seg eisini um, at tað ikki eydnaðist at skjóta mál í fyrra hálvleiki.
- Einki at ivast í. So høvdu vit kunna tikið eitt heldur verjukendari útgangsstøðu, og tá vit lógu har afturi, høvdu teir ringt við at lata okkum upp.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV