- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marnar fekk miðlaheiðurslønina
Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2020 varð í dag latin Marnari Fríðheim Kristiansen, lækna og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum. Dómsnevndini sigur í síni gundgeving millum annað, at Marner Fríðheim Kristiansen hevur lagt nógva orku í gransking av koronafarsóttini, síðani hon rakti landið í fjør vár. Umframt at granska sjálvur, hevur hann tikið vitan frá aðrari gransking til sín og er farin út til almenningin við sínari vitan.
Nógv frammi
Hann hevur verið nógv frammi í miðlunum við nýggjastu vitanini um korona og hevur verið íðin at víst aftur falskunning um korona.
Hann hevur eisini tikið stig til beinleiðis ráðgeving á Facebook, har hann saman við øðrum læknum hevur svarað ivamálum hjá fólki aftur við hollari vísindaliga grundaðari vitan.