- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu reisa seg ímóti Skotlandi
Mikukvøldið tapti føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum 10-0 ímóti Spania.
Í annaðkvøld tekur Skotland ímóti á Hampden Park, og hóast uppgávan er stór eisini hesa ferð, væntar føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, ein øðrvísi dyst.
- Frá sponskum fótbólti til tann skotska. Her er stórur munur á, sigur liðskiparin.
- Ímóti Skotlandi kunnu vit kanska vænta eitt sindur meir klassiskt spæl, sum vit kenna betur enn tað spanska, har tær spældu tika-taka ígjøgnum okkum. Vit fingu nóg illa tíð at hyggja upp og orientera okkum. ímóti Skotlandi kunnu vit vænta einfaldari og meir beinleiðis spæl, sigur Ásla Johannesen úr AGF.
Eins og undan dystinum ímóti Spania, verður hugt meir at avrikinum enn at úrslitinum.
- Vit eru farnar at hyggja nógv eftir hagtølunum frá undanfarnu dystinum, og har royna vit at betra okkum á serstøkum økjum útfrá tølunum, sigur Ásla Johannesen.
Dysturin ímóti Skotlandi er á Hampden Park kl 19.35 føroyska tíð, og hann kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.