- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór uppgáva bíðar landsliðnum
Risastór uppgáva bíðar føroyska landsliðnum, sum hósdagin fer undir HM-undankappingina til endaspælið í 2023.
Fyrst vitjar krútsterka spanska liðið á Tórsvølli, og lítla viku seinni er Skotland mótstøðulið á útivølli.
Vit savna okkum um avrikið og ikki úrslitið, sigur landsliðsvenjarin.
- Vit hava sett okkum nøkur avriksmál. Millum annað arbeiða vit við, hvussu vit helst vilja verja, sigur Lene Terp, sum nú stendur á odda fyri fyrstu ferð í einum landsdysti, har stig standa upp á spæl.
Føroysku kvinnurnar vilja fegnar leypa á eisini, men tað er lættari sagt enn gjørt ímóti Spania, sum í stóran mun byggir á spælarar frá Barcelona.
- Tær hava ikki latið mál inn teir síðstu 10 dystirnar, sigur Lene Terp.
- Tú kanst hyggja at úrslitinum, men tú kanst eisini hyggja at avrikunum. Og tað fara vit at gera í hesi undankappingini, sigur føroyski liðskipari, Ásla Johannesenm sum nú spælir í AGF í bestu donsku kappingini.
Eitt lið í menning
Danski landsliðsvenjarin hjá Føroyum heldur, at liðið hevur tikið seg fram, men viðgongur, at hon hevur ivaleyst at arbeiða við saman við spælarunum.
- Vit eru niðarlaga á styrkislistanum, og vit hava ovmikið at gera, so tað er gott, at vit skulu spæla nakrar landsdystir, sigur Lene Terp.