- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt trýst á ALS
-Tørvurin á arbeiðsmegi merkist í flestu vinnunum í Føroyum. ì løtuni koma færri fólk inn í arbeiðsloysisskipanina enn fólk, sum fara úr aftur skipanini, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari hjá ALS.
Við seinasta útgjald fingu 230 fólk arbeiðsloysisstuðul. Tað er tað sama sum hesa tíðina í 2019. Og ALS væntar at talið fer framhaldandi at lækka, sigur Høgni í Stórustovu.
Sjálvt um arbeiði er til allar hendur - so renna framvegis fleiri krónur úr landskassanum enn í landskassan. Landsstýrið roknar við undirskoti, bæði í ár og aftur næsta ár.
-Tað er ikki haldbart at hava undirskot í eini tíð við stórum hákonjunkturi, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og limur í Búskaparráðnum.