- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kynsligur ágangur: Arbeiðsgevarar hava fingið átalu
Tað er ongi ivi um, at kynsligur ágangur fer fram á føroyskum arbeiðsplássum. Leivur Person sigur, at talið av fráboðanum er vaksið nógv síðani Metoo rørslan fekk høvdini at rulla í Danmark.
Sambært arbeiðsumhvørvislógini er tað í høvuðsheitum arbeiðsplássið, sum eigur ábyrgdina av at skipa arbeiðsumhvørvið rætt. Í ársfrágreiðingini hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, verður mælt til, at arbeiðspláss í Føroyum hava eina fasta mannagongd fyri hvussu starvsfólk boða frá happing og kynsligum ágangi. Tað er fyrstu ferð, at kynsligur ágangur verður nevndur í ársfrágreiðingini.
Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri kringvarpið í oktober mánaði í fjør, staðfesti at fjórða hvør kvinna hevur upplivað, at "ein starvsfelagi er farin út um hennara persónligu, kynsligu mørk" - eina ella fleiri ferðir. Ein av 10 monnum høvdu upplivað tað sama.
67 prosent av teimum, sum høvdu verið úti fyri kynsligum ágangi á abeiðsplássinum søgdu tað vera hent á sjálvum arbeiðsplássinum og 52 í veitslulag.
Tílík mál skulu fráboðast til leiðsluna á arbeiðsplássinum - men hvat so, um leiðslan er partur av trupulleikanum?
Skipanin, sum er nú riggar, heldur Leivur persson. Eitt nú eru tað arbeiðsgevarar, sum hava fingið átalu frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í samband við kynsligan ágang á arbeiðsplássinum. Tí er tað ikki neyðugt við eini nýggjari skipan.
Men tað er týdningarmikið, at ágangurin verður fráboðaður, tí har eru skuggatøl, sambært Leivi Persson.