- Tíðindi, mentan og ítróttur
150 nýggjar leiguíbúðir í Runavík
Runavíkar Býráð samtykti í gjárkvøldi eina prinsipp-avtalu, har stykkini verða seld til felagið St. Jørgen Ejendomme ApS úr Danmark.
Prísurin er 750 krónur fyri fermeturin, umframt 20.000 krónur fyri hvørja búeind, ið verður bygd á stykkini.
Ætlanin er at byggja 130-150 leiguíbúðirnar, og tær fyrstu 30 íbúðirnar skulu vera klárar at flyta inn í við ársbyrjan 2024. Tær síðstu stívliga tvey ár seinni, við ársenda í 2025.
Nevndarformaðurin í St. Jørgen samtakinum er føroyingurin, Jóhannus Egholm Hansen.
Sambært honum er fyribils fíggjarætlanin fyri verkætlanina umleið 450 milliónir krónur.
-Vit síggja stóra tørvin á leiguíbúðum í Føroyum, og við Eysturoyartunlinum er Runavík nú partur av miðstaðarøkinum, sigur Jóhannus Egholm Hansen.
St. Jørgen Ejendomme er í samráðingum við eina føroyska teknistovu og eina føroyska byggifyritøku um verkætlanina, men enn er einki undirskrivað.
Enn er ov tíðliga at siga, hvat tað fer at kosta at leiga eina íbúð, sigur føroyski nevndarformaðurin.
Í innslagnum tosa vit eisini við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar Kommunu.
Í Havn hevur sitandi býráð slept ætlanini um at gera ein býling við fleiri enn 100 búeindum Á Stórubrekku í Hoyvík. Økið var klárt at byggja bústaðir á, sigur ein undrandi Annika Olsen.
Heðin Mortensen heldur ikki at økið er egnað til ein nýggjan býling. Í staðin skulu eitt ellisheim og nakrar eldraíbúðir byggjast har, sigur borgarstjórin, sum vitjaði í sjónvarpsstovuni.