- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingi homofrí økir í Føroyum
"Kynsvilla er sálarsjúka," stóð á mótimælisskelti í Runavík, tá Faroe Pride-rekkjukoyringin kom framvið.
Tað var einasta sjónliga mótimæli, tá øðrvísi Faroe Pride-in í ár varð skipað sum rekkjukoyring orsakað av koronastøðuni.
Endamálið við pride-ini er ikki at provokera, men tvørturímóti at spreiða kærleika og feira lívið, segði Siri Súsonnudóttir Hansen, fyriskipari.
Og tað var upplagt at koyra runt Skálafjørðin, helt Siri Súsonnudóttir Hansen, sum sjálv er søldfirðingur.
"Tað finnast nógv góð og stuðlandi fólk kring Skálafjørðin. Og vit eru so heppin í Føroyum, at tað ikki finnast homofrí økir her, sum eitt nú í Póllandi."
Røðari á ársins Faroe Pride 2021 var danski sjónleikarin Jakob Fauerby. Jakob Fauerby, sum vit kenna frá Vild med dans, hevur spælt við í fleiri filmum, sjónvarpsrøðum, og so hevur hann nógvar royndir við revyum í Danmark.
Í 2020 vann hann heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards.
HER ER RØÐAN, SUM VAR TIKIN UPP FRAMMANUNDAN.