NSÍ: Ungdómurin skal hava møguleikan at rógva

NSÍ: Ungdómurin skal hava møguleikan at rógva
Hóast fyrispurningurin kom bert tríggjar dagar fyri kappróðurin, vildi kappróðrarfelagið NSÍ fegið hýsa honum. - Tað bar ikki til, at róðurin ikki skuldi verða, sigur NSÍ
21.06.2021 - 09:58

Mikukvøldið klokkan 20 varð kappróðrarfelagið NSÍ spurt, um tað kundi skipa fyri FM-kappróðri leygardag, bert tríggjar dagar seinni.

Seinu boðini komu av, at KÍF, sum annars skuldi skipa fyri róðrinum í samband við sundalagsstevnuna, mátti kasta frá sær, tí neyðuga útgerðin ikki var tøk.

 - Tað fyrsta, sum Eiler (Lamhauge, red.), formaðurin, segði, var, at tað kundi als ikki lata seg gera. Men vit blivu skjótt samdir um, at tað, sum yvirhøvur ikki bar til, var, at róðurin ikki skuldi verða, so vit máttu bara í gongd við tað, sigur Eyðun Petersen úr kappróðrarfelagnum NSÍ.

Tá avgerðin var tikin, gekk skjótt at seta í verk.

 - Tað skuldu bara nakrar fáar samrøður til, so hevur mann fatur á lyklafólkunum, og vit hava fatur á Runavíkar Havn og kommununi, og tá eg havi fingið boð um, at vit skulu halda okkum til, melda vit aftur, at vit kunnu verða klár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805