- Tíðindi, mentan og ítróttur
Páll Fangi tók Sundabátin
Sundabáturin fekk góða byrjan upp á kappróðrarárið, tá hann vann ársins fyrsta FM-róður á fjarðastevnu fyri viku síðan.
Tað ferðina vóru fýra sekund niður til Páll Fanga á 2. plássi, og báturin úr Klaksvík lat ikki søguna endurtaka seg í Runavík leygardagin.
- Vit høvdu ræðuliga góðar vónir til hendan róðurin. Vit hava vant hart, og tíðirnar hava verið góðar til venjing, sigur Símun Heinesen av Páll Fanga.
Vónirnar gjørdust eisini til úrslit, tí Páll Fangi vann róðurin, tvey sekund frammanfyri Sundabátin.
- Nú hava teir flestu av okkum róð í trý ár, og hini bæði árini eru vit blivnir nummar trý í FM, so nú ætla vit at verða nummar eitt, sigur Símun Heinesen.
6-MANNAFAR MENN
Nr. | Bátanavn | Tíð | Stig | Gult K. | Reytt K. |
---|---|---|---|---|---|
1 | Páll Fangi | 05:08.33 | 7 | 0 | 0 |
2 | Sundabáturin | 05:10.07 | 6 | 0 | 0 |
3 | Smyril | 05:15.32 | 5 | 0 | 0 |
4 | Strálan | 05:21.05 | 4 | 0 | 0 |
5 | Gongurólvur | 05:21.28 | 3 | 0 | 0 |
6 | Hósvikingur | 05:21.42 | 2 | 0 | 0 |
7 | Víkingur | 05:22.29 | 1 | 0 | 0 |
8 | Hvessingur | 05:26.23 | 0 | 0 | 0 |
9 | Romvlvs | 05:38.47 | 0 | 0 | 0 |
10 | Herningur | dns | 0 | 0 | 0 |