- Tíðindi, mentan og ítróttur
VOXPOP: Gleðast um, at bátarnir komu í sjógvin
Róðrarfólk vóru bæði spent og glað undan kappróðrinum á Skálafjørðinum leygardagin.
Hóast sjálv stevnan var avlýst, og eingir áskoðarar sluppu á bryggjuna, vóru rógvararnir fegnir um at sleppa í bátarnar.
- Tað er fantastiskt. Nú sleppa vit at gera tað, sum vit elska, og vónandi gongst eftir ætlan, segði ein av manningini á Sundabátinum.
Hjá róðrarfólki var tað sum at fáa vátan vøtt frammaná, tá norðoyastevnuróðurin varð avlýstur, eftir at myndugleikarnir herdu koronutilmælini.
- Her var sorg. Somikið sterkt varð tað hjá summum, at teir søgdu, at 'hetta tími eg ikki. Hví skulu vit verða útsettir fyri avlýsing, tá næstan alt annað koyrir?' Teir vóru øgiliga vónbrotnir, og summir hugsaðu um at gevast, sigur Magnus Norðberg av Klaksvíkingi.