Frálíkur endaspurtur tryggjaði Sølmundi sigurin

Frálíkur endaspurtur tryggjaði Sølmundi sigurin
Sølmundur fekk sigurin hjá 6-mannaførunum við kvinnum ímóti favorittunum á Jarnbardi við einum fantastiskum endaspurti á síðstu 100 metrunum
14.06.2021 - 11:59

Alt bendi á, at favoritturin og verandi føroyameistarin, Jarnbardur, fór at vinna ársins fyrsta FM-róður um vikuskiftið.

Kvinnurnar umborð á bátinum úr Knørri løgdu seg framum beinanvegin, meðan Sølmundur úr kappróðrarfelagnum, NSÍ, gjørdi sítt besta fyri at hanga í.

Og tað loysti seg. Tað vórðu ikki nógv meir enn 100 metrar eftir, tá kvinnurnar á Sølmundi brádliga tóku á og guli báturin fór at ganga sera væl. Tær yvirhálaðu á síðsta strekkinum, og fingu gullið um hálsin og tey sjey stigini, sum fylgja við.

 - Tá mann kennur hvønn annan  so væl, sum vit gera, so ivast mann ikki í, at tað nokk skal koma, segði Marin Petersen á Sølmundi. 

 

6-MANNAFAR KVINNUR

Navn Nr. Tið Stig Gult Reytt
Sølmundur (NSÍ) 1 06:02.34 7 0 0
Jarnbardur 2 06:04.00 6 0 0
Víkingur 3 06:18.32 5 0 0
Tvørabáturin 4 06:40.29 4 0 0
Tindur 5 07:11.39 3 0 0
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805