Korona er um at tapa

bannari
Korona er um at tapa
Stór sannlíkindi eru fyri, at vit sleppa at halda fjarðastevnu, rógva kapp, spæla fótbólt, fara í kirkju og veitslu um vikuskiftið, sigur Pál Weihe
08.06.2021 - 19:26

Tveir dagar eru eftir av vikuni, har myndugleikarnir settu Føroyar niður í ferð í hesum umfarinum.

Pál Weihe leggur dent á, at serliga tey ungu skulu vera varin og halda seg frá náttarlívinum eina tíð afturat, tí tað er millum tey ungu, at smittan er leys.

Hann leggur eisini dent á, at tølini kunnu broytast frá degi til dags, og tí eru tølini fyri í morgin rættiliga avgerandi fyri, hvussu frælst vit skulu vænta at liva um vikuskiftið.

Tríggir nýggir smittutilburðir vóru annars staðfestir í gjár.

Tveir persónar eru partur av kendari smittuketu, meðan tað enn ikki er greitt, hvussu tann triði persónurin hevur fingið smittuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV