- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin stríðist við bretska frábrigdið
Tað er ein nýggj smittuketa við brestska frábrygdinum av koronu, ið er orsøkin til støðuna, sum vit eru í nú. Smittuketan byrjaði tann 20. mai og upprunin er ókendur. Landslæknaembætið veit um 69 fólk, sum eru smittað í hesari smittuketu.
Av hesum 69 tilburðunum hevur tað borið til at knýtt 67 teirra saman. Men framvegis eru tveir tilburðir, har persónarnir ikki kunnu knýtast til verandi smittuketu. 47 av hesum fólkunum hava í løtuni koronu, hini eru frísk.
Smittan er enn ikki í øllum landinum. Serliga eru tað høvuðsstaðarøkið, Vágar, Norðurstreymoy, ið eru rakt. Men smittan finst eisini í Eysturoynni. Ongini tilburður er higartil funnin í Norðoygjum, Sandoynni og Suðuroynni.
Løgmaður hevur sett landið niður í ferð í eina viku - og landslæknin skal tí nýta komandi vikuna skilagott fyri at avbyrgja smittuna.