- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíðistøðan er skaðilig fyri børn
Langir bíðilistar hjá børnum og ungum at sleppa til útgreiningar er ikki nakað nýtt.
21 ára gamla Erna Tummasardóttir Magnussen bíðaði í trý og eitt hálvt ár - frá tí hon var átta til hon varð 11 - at fáa staðfest ADHD. Bíðitíðin er skaðilig fyri eitt barn, heldur hon.
Bíðitíðin er í dag slakar 15 mánaðir, eisini hóast talið av útgreiningum ongantíð hevur verið størri. Talið av útgreiningum er vaksið støðugt seinastu árini, 90 útgreininar vóru í 2016 og í 2020 vóru 160 útgreiningar.
Í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista. Heilsumálaráðið sigur, at høvuðsorsøkin til drúgvu bíðitíðina er, at munandi fleiri børn og ung verða nú ávíst til útgreiningar og viðgerð.
Í 2019 vóru 183 ávísingar. Í fjør vóru 306.