- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búnaðarstovan roynir semju við Leynavatn
Búnaðarstovan roynir semju við Leynavatn
Eftir ósemju millum bóndur og Sílaveiðifelagið í skjótt tvey ár hómast nú semja um, hvussu viðurskiftini við Leynavatn skulu skipast í framtíðini
11.02.2021 - 19:21
Síðani á sumri í 2019 hava bóndur og Sílaveiðifelagnum stríðst um rættin at fiska við Leynavatn.
Ósemjan tók seg upp, tá bóndurnir vildu hava Sílaveiðifelagið at rinda 80.000 krónur fyri at sleppa framat - og tað er nógv meira enn felagið segði seg klára at gjalda.
Búnaðarstovan hevur nú lagt uppskot til loysn fyri báðar partar, tað er Sílaveiðifelagíð øðrumegin og seks bóndur hinumegin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV