Benvenuto in Italia, Kára

Benvenuto in Italia, Kára
Kára Djurhuus hevur skift tryggu umstøðurnar í HB út við italskan fótbólt í napolitanska felagnum, Pomigliano. Miðvallarin hevði hug at royna meir
25.01.2021 - 19:08

Landsliðsmiðvallarin, Kára Djurhuus, er farin úr Gundadali til Napoli, har hon skal spæla við ASD Calcio Pomigliano, sum spælir í næstbestu Italsku deildini, Serie B.

Tað er sjálvandi fyri at mennast og royna okkurt nýtt. Eg havi altíð vilja komið longur við fótbóltinum, sigur Kára Djurhuus.

Pomigliano liggur i løtuni fremst í Serie B, og málið er uppflyting til bestu deildina. 

 - Tað er tað, sum vit allar arbeiða fram ímóti, og mítt mál er sjálvandi at vinna mær pláss á liðnum, sigur 22 ára gamli miðvallarin.

Sparkað ígongd

Kára Djurhuus fekk hug at gera álvara av sínum útlandsætlanum, tá liðfelagin í HB, Sara Samson Lamhauge, fekk tilboð um at spæla í Italia.
 
 - Eg hoyrdi, at Sara fekk møguleikan, og tað gav mær eitt skump. 'Okey Kára, nú skal tað vera,' segði eg við meg sjálva, fortelur Kára Djurhuus. 

Nú vónar hon, at hon kann geva øðrum kvinnum, sum spæla fótbólt, íblástur til at royna seg uttanfyri landsoddarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212