- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjingarskúlan afturfyri ein part av Hoydølum
Venjingarskúlan afturfyri ein part av Hoydølum
Býráðið í Havn og Mentamálaráðið samráðast nú um, at landið yvirtekur Venjingarskúlan í býti fyri part av Hoydølum.
21.01.2021 - 19:23
Landið fær restina av Venjingarskúlanum.
Býráðið fær millum annað gamla skúlabygningin í Hoydølum.
Tað er uppskotið, sum Mentamálaráðið og býráðið í Havn samráðast um nú.
Sum støðan er nú, eigur Tórshavnar Kommuna í útgangsstøðinum 40 prosent av økinum og bygninginum, sum gamli Venjingarskúlin húsaðist í.
Tað almenna eigur 60 prosent.
Ein arbeiðsbólkur viðger nú, hvussu gerðabýti kann fara fram.
Í arbeiðsbólkinum eru fólk úr býráðnum í Havn og løgfrøðingar úr Mentamálaráðnum.
Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt 15. februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV