Nú boksa tey í Klaksvík

Nú boksa tey í Klaksvík
Síðstu tíðina hevur Full Power í Klaksvík skipað fyri tekniskari boksivenjing. Nú verður tað álvara, tí í vikuni verður Klaksvík Boksing stovnað
18.01.2021 - 12:44

Í fleiri ár hevur bert eitt boksifelag verið í Føroyum, men hósdagin verða tey tvey.

Hóskvøldið verður stovnandi aðalfundur fyri Klaksvík Boksing. Tað er Full Power, við góðari úr Havn, sum hevur tikið stig til nýggja felagið.

 Vit hava fingið eitt lítið skump frá Tórshavn Boksing og Martin Meng, sum hevur spurt, um vit ikki hava hug at fara í gongd við kappingarboksing, sigur Unnur Sjúrðardóttir Fonn, ein av eigarunum í Full Power.

Og tey høvdu hug, og seinastu vikurnar eru tey so smátt byrjað at venja tekniska boksing.

 Tað kemur væl við, tí fyrr máttu vit altíð til Danmarkar til dystir, men nú verður tað kanska Havnin móti Klaksvík, sigur boksarin og hjálparvenjarin, Sigurbjørn Norðbúð Joensen.

 Tað snýr seg um at fáa nøkur ung fólk upp í og at læra tey at boksa. So kunnu vit longu um nakrar mánaðir fáa nakrar dystir her í Føroyum, sigur Johannes Klein, venjari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946