- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jonas Dal: Leisturin hjá Askou verður ikki sleptur
HB hevur neyvan nakrantíð vant so nógv sum í fjør, tá Jens Berthel Askou leiddi liðið til bæði meistaraheitið og sigur í steypakappingini.
Nýggi HB-venjarin, Jonas Dal Andersen, hevur ongar ætlanir um at minka um tímarnar á vøllinum og í styrkirúminum. Hann heldur, at stuttleiki og venjing saktans kunnu ganga hond í hond.
- Tað skal helst vera hugnaligt, óansæð um vit venja nógv ella lítið. Eg ætli at gera mítt til, at vit kunnu venja so nógv sum yvirhøvur gjørligt, tí tess meir vit venja, tess betur verða vit, sigur Jonas Dal Andersen, sum í løtuni situr í sóttarhaldi.
Javnvág er lyklaorðið
Fyrrverandi liðskiparin, Jógvan Rói Davidsen, takkaði fyri seg eftir síðsta kappingarár, tí hann ikki sá seg føran fyri at brúka so nógva tíð upp á fótbólt, og spælskiparin á miðjuni, Tróndur Jensen, skifti til NSÍ av somu orsøk.
Tí veit Jonas Dal Andersen, at hann verður noyddur at finna eina javnvág.
- Vit finna røttu javnvágina, so bæði spælarar og starvsfólk í hópinum trívast, sigur nýggi venjarin.
- Venjing og trivnaður skulu helst ganga hond í hond, tí annars fara vit ikki at spæla væl, tá dystur er.
Ein ella tveir spælarar á veg
HB hevði longu fingið fleiri nýggjar spælarar, áðrenn Jens Berthel Askou stakk í sekkin, millum annað Stefan Radosavljevic og Michal Przybylski.
- Sum eg skilji støðuna, hevði Jens Berthel Askou fingið hópin nøkulunda upp á pláss, og tí er hvørki pláss í hópinum ella fíggjarætlanini fyri nógvum nýggjum spælarum, sigur Jonas Dal Andersen.
Men viðhaldsfólkini hjá HB kunnu kortini hyggja inn á heimasíðu felagsins av og á, sigur nýggi venjarin.
- Tað kann verða, at eg taki ein ella tveir spælarar, sum eg haldi eru spennandi, við mær til HB.