- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvassar atfinningar móti Frælsinum
Fyrrverandi starvsfólk og brúkarar finnast hvassliga at stovninum og viðgerðartilboðnum har. Viðgerðarstovnurin livir ikki upp til sítt endamál, tvørturímóti verða ung við rúsevnistrupulleikum slept uppá fjall, siga tey.
Sambært fyrrverandi starvsfólkum eru trupulleikar á stovninum – líka frá ungfólk verða tikin inn, til tey vera latin útaftur í samfelagið.
Í innslagnum tosa vit eisini við ungan mann, sum tvær ferðir hevur verið á Frælsinum í longri tíðarskeið, uttan at hann metti seg fáa stórvegis viðgerð.
Martin Kúrberg, leiðari á Frælsinum, svarar atfinningunum.
Viðgerðarstovnurin Frælsi hevur verið á fíggjarlógini síðani 2017. Íroknað eykajáttan fyrr í ár verður játtanin tilsamans fimm milliónir í 2020. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 vórðu somuleiðis fimm milliónir settar av til viðgerðarstovnin, men í álitinum frá Fíggjarnevndini 11. desember varð játtanin skorin við 300.000 krónum.