- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álop á løgreglu ávirkar familjuna
Álop á løgreglu ávirkar familjuna
Innan fyri tvær vikur eru tvey løgreglufólk hótt í egnum heimi
10.12.2020 - 19:14
Í einum tíðarskeiði upp á tvær vikur eru tvey løgreglufólk hótt í egnum heimi. Tílíkar hendingar raka avvarandi hjá løgreglufólki serliga hart, sigur formaðurin í politistafelagnum.
Maðurin, sum 26. november breyt inn í heimið hjá løgreglufólkinum, er varðhaldsfongslaður til á tollaksmessu, men grundarlag var ikki fyri at varðhaldsfongsla mannin, sum síðsta týskvøld leyp á løgreglufólkið í heiminum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV