Vár Hansen vil vinna stóru heitini

Vár Hansen vil vinna stóru heitini
19 ára gamla Vár Hansen, sum hevur róð inni í tvey ár, stóð seg væl í EM-kappingi um vikuskiftið, og hevur ætlanir um at kappast um bæði EM og HM
07.12.2020 - 14:53

Vár Hansen, sum kappaðist í tungvekt fyri U23-aldursbólkin á 2.000 metra teininum, stóð seg væl í EM-kappingini í inniróðri, sum var um vikuskiftið.

Hon endaði á fjórða plássi á 2.000 metrum, og sunnudagin fekk hon triðja plássið á 500 metra teininum.

Fleirfaldi heims- og evropameistarin, Sarita Kristina Hansen, sum endurvann EM leygardagin, er ein stór fyrimynd hjá 19 ára gomlu Vár, og eitt mál hjá unga rógvaranum hevur verið, at taka bestu tíðina hjá Saritu á 2000 metrum.

Hetta eydnaðist eisini Vár, sum nú siktar hægri og ætlar sær at vinna evropa- og heimsmeistaraheiti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977