- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið fær stuðul frá Etiska Ráðnum
Nevndin í Pedagogfelagnum gekk rættiliga einsamøll í vár við kravinum um vandaviðbót. Men nú - eitt hálvt ár seinni - fær felagið óbeinleiðis stuðul frá Etiska Ráðnum.
Leiðreglurnar, sum Etiska Ráðið hevur umsett og lagt út í síðstu viku, snúgva seg um etiska handfaring av smittusjúkum. Tær eru skrivaðar til Heimsheilsustovnin longu í 2016. Har stendur millum annað, at "Tey, ið arbeiða í fremstu røð, eiga at fáa rímiliga samsýning afturfyri."
Kravið frá Pedagogfelagnum um vandaviðbót varð so illa móttikið, bæði í almenningum og millum limir í Pedagogfelagnum sjálvum, at nevndin noyddist at bakka fyri trýstinum og taka kravið um vandaviðbót aftur.
Steðgur er komin í samráðingarnar um nýggjan sáttmála til pedagogarnar. Formaðurin í Pedagogfelagnum útihýsir ikki møguleikanum fyri at taka uppskotið um vandaviðbøtur úr ruskspannini aftur, tá samráðingarnar væntandi byrja eftir nýggjár.