- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava bøtt um støðuna á barnaheimsøkinum
Hava bøtt um støðuna á barnaheimsøkinum
Tað eru álvarsligir trupulleikar í pørtum av barnaheimsøkinum, eind 10, sum tað eisini verður kallað.
03.12.2020 - 19:46
Tað var niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni eftir eftirlitsvitjanir í februar og mars.
Niðurstøðan kom í dag.
Í frágreiðingini verður staðfest, at serliga hava starvsfólkini á deildini í Argjaboðagøtu verið misnøgd, sum hevði við sær, at tað var stór útskifting av starvsfólki.
Karmarnir hjá børnunum er heldur ikki nøktandi har, viðgerðarætlanirnar eru ov lítið ítøkiligar, og avvarandi eru ónøgd við vantandi kunning um børnini.
Men aðalstjórin í Almannamálaráðnum sigur, at støðan á eind 10 er munandi frægari nú enn hon var, tá ið Løgtingsins Umboðsmaður var í februar og mars.
Tað barst Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, frá at gera samrøðu í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV