- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ásla Johannesen: - Full drøn á kassan
Í kvøld spælir føroyska landsliðið við kvinnum sín seinasta dyst í hesi undankappingini á útivølli móti Norðurírlandi.
Talan hevur verið um eina harða undankapping fyri føroysku kvinnurnar, sum hava tapt stórt fleiri ferðir, og ikki hava fingið nakað stig enn.
Kortini er føroyski liskiparin, Ásla Johannsen, bjartskygd undan dystinum á Seaview Stadium í Belfast.
- Tað er altíð deiligt, tá dystur nærkast, og nú er tað ársins síðsti dystur. So vit geva tað allarsíðsta, sum vit eiga. Tað verður full drøn á kassan, sigur Ásla Johannesen.
Norðurírland kann við sigri á Føroyum tryggja sær ein play-off dyst til endaspælið. Eydnast tað norðurírum, er tað fyrstu ferð, og tí kunnu føroysku spælararnir vænta sær eitt fullhugað mótstøðulið.
Tá liðini hittust á Tórsvølli, vunnu norðurírar 6-0, men venjarin hjá Norðurírlandi, Kenny Shiels, ávarar ímóti, at undirmeta føroyska liðið.
- Tær hava spælt hóast koronu, so tær ery ivaleyst væl fyri. Tær taptu stórt í teimum fyrstu undankappingardystunum, men nú eru tapini minni, sigur Shiels við BBC.
- Føroyar eru batnaðar, og eg havi víst mínum spælarum upptøkur, sum vísa, hvussu tær hava tikið seg fram. Vit mugu vera til reiðar, sigur norðurírski venjarin.