- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS flýgur til Føroya á jólum
SAS flýgur til Føroya á jólum
SAS fer at flúgva nakrar túrar til Føroya á jólum. Tað er óheppið, heldur landsstýrismaðurin - SAS eigur ístaðin at flúgva alt árið.
24.11.2020 - 19:11
SAS fer at flúgva til Føroya á jólum.
Tann 23. desember, 27. desember og 30. desember.
Tað var annars ikki ætlanin, tí øll vetrarflúgvingin hjá SAS var avlýst.
Nú flýgur SAS nakrar túrar til Føroyar kortini - og tað er óheppið, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur við tíðindaportalin IN.FO í dag, at alt bendir á, at færri útisetar fara at flúgva til Føroya á jólum.
Vanliga flúgva okkurt um fýratúsund og fimmtúsund fólk á jólum, men í ár verða tað neyvan fleiri enn 2000 ferðafólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV