- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgildi samleikin og Vangin verða tikin í nýtslu
Talgildi samleikin og Vangin verða tikin í nýtslu
27.10.2020 - 19:19
Ídag byrjar eitt nýtt kapittul í Føroya søgu, tá føroyska talgilda undirstøðukervið verður klárt at taka í nýtslu hjá øllum føroyingum. Umsíðir fáa føroyingar sín egna talgilda samleika og við honum atgongd til nýggja tænastuportalin, ið savnar alskyns tænastur á einum stað. Samleikin er talgild innritan og undirskrift, ið lýkur altjóða krøv um talgildar samleikar. Vangin er nýggjur tænastuportalur, har føroyingar kunnu avgreiða síni egnu persónligu viðurskifti tryggari, lættari og skjótari.
Nýggjastu sendingar í ÚV