Lívsneyðugi heilivágurin dýrkar munandi

Lívsneyðugi heilivágurin dýrkar munandi
Ætlanin hjá landsstýrinum at hækka egingjaldið á heilivág við 80 prosentum er ein fíggjarligur smeitur fyri Báru Joensen.
02.10.2020 - 20:09

Tað kemur illa við hjá mongum, at landsstýrið ætlar at seta egingjaldið á heilivági upp við góðum 80 prosentum - úr 2.100 krónum upp í 3.800 kr um árið. Bára Joensen er lesandi og hevur typu 1 diabetes.

Tað verður dýrari fyri samfelagið seinni, um heilivágurin verður so dýrur, at fólk aftra seg við at keypa hann. Tað sigur Jens Andreasen, yvirlækni á Diabetesambulatoriinum. Hann óttast, at hetta kann føra til ógvusligar fylgisjúkur.

Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at tað er neyðugt at hækka inngjaldið til Heilsutrygd og at hækka egingjaldið fyri heilivág, tí annars fer botnurin undan skipanini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342