Stór avbjóðing uttan fleiri royndar spælarar

Stór avbjóðing uttan fleiri royndar spælarar
Fleiri av bestu og royndastu føroysku spælarunum eru ikki tøkir, nú A-landsliðið við kvinnum skal spæla EM-undankappingardystir í næstum
07.09.2020 - 18:50

John Petersen, landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið teir 22 spælararnar, sum vera í hópinum til dystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi.

Dystirnir eru á heimavølli og verða spældir ávíkavist 18. og 22. september. Fleiri ungir spælarar eru við hesa ferð, tí fleiri av royndu spælarunum ikki er tøkir í løtuni, m.a. Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein og Ansy Sevdal.

 - Tað eru tíverri nógvar broytingar í senn, men tað gevur sjálvandi øðrum møguleikan, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

 - Tað má ávirka, at mann missur so nógvar royndir í einum, men vónandi kann tað gera, at onkur av teimum ungu tekur meira ábyrgd, sigur hann. 

Føroyski hópurin:

Málverjar:

Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Olga Fríðunn Olsen, FB (DK)

Verjuspælarar:
Elisabeth Vang, B36
Marita Jarnskor, ÍVB
Birita Ryan, KÍ
Unn Hvidbro, NSÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, HB

Miðvallarar:
Margunn Lindholm, NSÍ
Ásla Johannesenm FC Nordsjælland (DK)
Kára Djurhuus, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir, ÍVB
Jónvá Hentze, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

Framherjar:
Heidi Sevdal, NSÍ
Hanna Isaksen Højgaard, ÍVB

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209