- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa at hava opið sum vant
Sleppa at hava opið sum vant
Skeinkistøðini sleppa aftur at hava opið sum vant.
31.08.2020 - 19:48
Kunngerðin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, sigur, at skeinkistøð skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 23, fer úr gildi á midnátt.
Landsstýrismaðurin ætlar sær ikki fyribils at lýsa nýggja kunngerð.
Síðan 7. august hava skeinkistøðini í Føroyum verið noydd at lata aftur í seinasta lagi klokkan 23. Tað varð staðfest við lóg.
Skeinkistøðini kunnu nú hava opið sum vant, men í býarlívinum í Havn eru tey á einum máli um at fara aftur til avtaluna, sum varð gjørd millum skeinkistøðini í vár.
Tað vil siga, at tey fara at hava opið til í seinasta lagi klokkan tvey um náttina um vikuskiftið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV