- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin vrakaði uppskotini
Landsstýrismaðurin vrakaði uppskotini
Sjúkrahúsini broyta ikki navn kortini. Landsstýrismaðurin fekk trý uppskot, men einki greitt tilmæli frá meirilutanum í navnanevndini.
25.08.2020 - 19:43
Tí takkaði landsstýrismaðurin fyri stóra arbeiðið - og vrakaði uppskotini.
Uppskotini, sum navnanevndin kom við, vóru hesi:
Landssjúkrahúsið Norður, Landssjúkrahúsið Mið og Landssjúkrahúsið Suður.
Sjúkrahús Norð, Sjúkrahús Mið og Sjúkrahús Suður.
Og Sjúkrahúsið á Tvøroyri, Sjúkrahúsið í Tórshavn og Sjúkrahúsið í Klaksvík.
Navnanevndin var ósamd og býtti seg í minnilutar.
Tí fekk landsstýrismaðurin trý uppskot at taka støðu til.
Landsstýrismaðurin vrakaði uppskotini, júst sum ein partur av nevndini eisini mælti til.
Tað kostaði 81.600 krónur at skipa fyri navnakappingini.
83 uppskot vóru um nýggj nøvn. 107 áheitanir vóru um at varðveita verandi nøvn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV