- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir HB-spælarar á landsliðnum fyri fyrstu ferð
Tríggir HB-spælarar á landsliðnum fyri fyrstu ferð
Dan í Soylu, Heðin Hansen og Daniel Johansen úr HB eru tiknir út til landsliðshópin fyri fyrstu ferð
24.08.2020 - 16:14
Góða kappingarárið hjá HB sæst aftur í fyrstu landsliðsúttøkuni hjá Håkani Ericson.
Sviin hevur nevniliga tikið seks spælarar frá oddaliðnum út til landsliðið, sum skal spæla ímóti Malta og Andorra fyrst í september.
Teitur Gestsson, René Shaki Joensen og Adrian Justinussen, sum nú er klárur aftur eftir drúgvan fótskaða, eru allir í hópinum. Harafturat fáa Heðin Hansen, Dan í Soylu og vinstri bakkurin, Daniel Johansen, løn fyri góða kappingarárið, sum teir hava havt higartil.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV