- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kravdar kanningar verða ókeypis - í fyrsta umfari
Kravdar kanningar verða ókeypis - í fyrsta umfari
Ongin skal vera bangin fyri, at koronukanningarnar við landamørkini verða misnýttar, lovar landslæknin
25.06.2020 - 19:19
Leygardagin lata Føroyar upp fyri so at siga øllum Evropa. Hetta merkir, at nú verður størri orka sett inn, at gera koronukanningar á flogvøllinum. Tað er kravt, men ókeypis, at verða kannaður, og landslæknin hevur góðkent kanningarháttin hjá privatu fyritøkunum.
Skipanin við koronukanningum er fyribils galdandi til 10. juli. Sambært corona.fo, fer tað eftir hetta at kosta 390 krónur, at verða kannaður á flogvøllinum, og 500 krónur, at verða kannaður, tá tú kemur við Norrönu. Men lógarheimild er ikki fyri at taka pening fyri kravdar kanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV