- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sannlíkt, at smittan kemur aftur til Føroya
Landsstýrið kom við nýggjum leiðreglum fyri ferðandi í gjár. Ein treyt er, at ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, skulu vísa váttan um negativa koronakanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar, tá ið tey koma til Føroya.
Pál Weihe, yvirlækni, ivast í, um tað er so einfalt hjá fólki at fáa fatur í slíkari einari váttan, ið ikki er eldri enn fimm dagar. Hann mælir heldur til at kanna fólk, tá ið tey koma til Føroya og aftur sætta dagin.
– Við upplatingini skulu vit eisini rokna við, at smittan kemur aftur til Føroya, og tí mugu verjugarðar gerast um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, ið eru millum tey sárbærastu í mun til koronasmittuna.