- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavskirkjan skal nú verjast
Ólavskirkjan skal nú verjast
Ein ætlan er nú gjørd um bakkaverju, sum skal verja fornminnini í Kirkjubø.
09.06.2020 - 19:49
Tað eru Landsverk og Tjóðsavnið, sum hava gjørt ætlanina um at gera eina 250 metrar langa bakkaverju í Kirkjubø. Fyrsta stigið er at umvæla og styrkja verjugarðin fram við bakkanum út til Líkhús. Í dag verður Ólavskirkjan bara vard av einum verjumúri frá 1874.
Ætlanin er mett til at kosta 2,5 milliónir krónur. Í ár er ein millión krónur játtað til arbeiðið, sum tí ikki verður liðugt í ár.
Eisini skal gerast ein nýggjur og breiðari verjumúrur framman fyri Ólavskirkjuna, og eisini skal vegurin niðan fyri Kirkjubømúrin tryggjast við størri verjugróti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV